Símun á Høvdanum

Símun Jógvansson á Høvdanum, føddur 8. juli 1967, búsitandi í Klaksvík, Føroyum, er stjóri og eigari í Sp/f Klips, Smátt & Gott, á Høvdanum, Klaksvíkar Timburhandli og Maverick Barr.

Foreldur hansara eru Jógvan og Elsuba á Høvdanum. Sysktin hansara eru Sigrid, Petur Hans, Oluffa og Jógvan á Høvdanum. Hann eigur eitt barn, eina dóttir sum eitur Tina Joensen og er í parlag við Tórunn Joensen síðani 18.05.1989.

Hann hevur verið vinnulívsmaður síðani 1984, einamest innan timburhandlar og byggibúðir. Hann er úlærdir handils- og skrivstovumaður hjá JFK Kjølbro høvuðsskriva, All Around, lærumeistari var Finnur Jacobsen.

Tók Hægri Handilsskúlaprógv á Handilsskúlanum í Tórshavn í 1990.

Í 1989 keypti hann Kioskina hjá Hans og var tað hansara fyrsta fyritøku og partafelagið fekk navni Sp/f á Høvdanum og tað er enn virkið í dag.

Í 1990 var Símun á Høvdanum bókhaldari í Frystivirkinum og Flakavirkinum A.F.C.S., men gavst eftir nøkrum mánaðinum, av tí at brúk var fyri honum á Klaksvíkar Timburhandli, har hann fyrst var Debitor bókhaldari, sølumaður og endaði við at blíva stjórið.

Var stjórið og eigari av Klaksvíkar Timburhandli frá 1994 til 12. oktober 2005, tá ið hann seldi partafelagið til Eivind Jacobsen og Símun Mittún. Sama dag stovnaði hann Sp/f Klips, sum hann rekur ídag.

1. Februar 2016 bleiv Símun á Høvdanum stjórið í Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági og var hann stjórið til mai 2017. Hann gavst vegna tað var ov long tíð at koyra ímillum Klaksvík og Sørvágs.

Hann hevur verið umboðsmaður fyri eini rúgvu av fyritøkum, niðanfyri eru nakrar nevndar:

Abeko, Avenue, Corus, Dansk Gummi Industri, Diamig Element System, Fermacell, G-Man, Henkel, Jasa Company, Lauridens Handel & Import, MSK Scandinavia, Otto Schachner, Silkeborg Stigefabrik, Sydvesta, Veli Line, VM Blandere, Wallmann.

Símun á Høvdanum er fyrrverandi svimjari fyri Ægir og Føroyar og var ein av bestu svimjarnum í Føroyum síðst í 70´unum og fyrst í 80´unum.

Hansara ítriv er myndatøka, tó einamest tekur hann myndir av ítrótti og naturmyndir.

Stovnari av NFÍ Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð.

Símun á Høvdanum var í bygginevndini sum bygdi Skýlið við Djúpumýru í Klaksvík.

Hann hevur verði í nevndini í Ægir í nógv ár, eisini siti sum formaður í eitt tíðarskeið og so hevur hann eisini verði forseti í Rotary Klaksvík 2014/2015.

Hann hevur sitið í hesum nevndum: Klaksvíkar Timburhandil, Klips, Smátt & Gott, á Høvdanum, Studio Pegasus, Ægir, Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð, AIA Tranbjerg Svømning, AIA Tranbjerg Fodbold, Tranbjergs Fællesråd, Svimjisamband Føroya.

Hann hevur arbeitt sum Freelance á Dagblaðnum, Sosialinum, Dimmalætting og Norðlýsinum.

Eigur og rekur tíðindaportalin Norðoya Portalurin – <a href=”http://www.nordportal.net” target=”_blank”>nordportal.net</a> og <a href=”http://www.myndaportal.fo” target=”_blank”>Myndaportal.fo</a>

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *